16 av 20 gøtusóparum sjúkrameldaðir

16 av 20 gøtusóparum eru sjúkrameldaðir vegna vánaligar arbeiðsumstøður, tí teir ikki fáa ein stjórasess í tekninsku nevnd í Tórshavnar kommunu.

Meðan ósemjan koyrir ímillum gøtusópararnar og leiðsluna í Tórshavnar kommunu, floyma sjúkrameldingarnar inn. Nú eru tær 16 í talið.

Formaðurin fyri gøtusóparar í Tórshavnar Kommunu, Hjalti Bogi Persson, sigur at gøtusóparar kenna seg strongdar, misssa svøvnin, vakna upp mitt um náttina og ristast, tí umhvørvið er so stresssandi. Tað er blivið somikið vamlisligt at fara til atbeiðis, at eg vamlist hvønn dag eg nærkist havnargøtum, sigur formaðurin.

Nú hevur ósemjan staðið á í tríggjar mánaðir, tí gøtusópararnir vilja hava egnan stjórasess tekninsku nevnd í Tórshavnar kommunu.

Tað snýr seg um, ikki at sleppa til orðanna, ikki at blíva hoyrdir og ikki fáa tann leiklut innan øki man eigur. Heldur ikki skilir formaðurin, hví ongin gøtusópari er í teknisku nevnd í kommununi. Tað er púra burturvið og óskiljandi í okkara hugaheimi, óansæð hvussu dugnalig øll onnur eru, sigur Hjalti Bogi Persson.

Høvdu gøtusópararnir havt ein stjórasess í kommununi, høvdu Havnargøtur verið nógv reinari og so høvdu vit heldur ikki havt so nógvar sjúkrameldingar longur, sigur formaðurin.

Sum støðan er í dag, so er alt álit á kommununa og teknisku nevnd farið eins og trúgvin uppá at nakar ynskir okkum at gera hetta arbeiðið og hetta verður torført at byggja uppaftur, sigur Hjalti Bogi og leggur afturat, um vit ikki fáa eina skrivstovu við fínum kontórstóli nú, so fara vit ikki at sópa gøturnar enn á sinni og tit kunnu vænta enn og fleiri sjúkameldingar og kanska onkur enn tá blívur dupultsjúkrameldaður.

Bert 4 av 20 gøtusóparum í Tórshavn eru til arbeiðis í løtuni. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu hevur heitt á danskar gøtusóparar, sum tjena nógv meira enn føroysku gøtusópararnir, um at koma til Føroyar sum vikarar, men Felagið fyri Gøtusóparar í Føroyum hevur heitt á danska felagið um ikki at senda gøtusóparar hendanvegin, tí hetta er eitt mál sum skal loysast í Føroyum, sigur Hjalti Bogi Persson.